21 februar 2012

Føstulávint 2012


Her eru nakrar myndir, av tá vit, Krista, Magnus og Heini, slóðu tunnu í bilhúsinum hjá okkum sunnudagin, Heini bleiv kattakongur
Eisini eru nakrar myndir av tá vit gingu grýlu :)
Tit kunnu síggja myndirnar her.

12 november 2011


Her eru nakar nýggjar myndir av okkum :)

20 september 2011

Teitur 7 ár


Tann 11 sep bleiv eg 7 ár. Tað var ein stórur dagur fyri meg. Tá man er 7 ár, er man eisini byrjaður at ganga í skúla, og man er við at blíva rættuliga stórur :)
Tann dagin eg fylti helt eg føðingardag fyri mínari familju, og øðrum eg kenni. Tað var ein góður dagur, við nógvum køkum og gávum.
Mikudagin eftur helt eg føðingardag fyri mínum klassa. Tað var ordiliga skeg. Mamma og babba vóru eftur okkum í skúlanum, so tóku vit bussin heim til okkum. Vit fingu lasagnu at eta, tað hevði eg valgt. Aftaná tað fóru vit á skattajagt, og vit funnu ein niðurgravaðan skatt, har var bomm í. Annars spældu vit ymiskt og fingu eisini grøna slangukaku at eta.
Tit kunnu síggja myndir frá báðum døgunum her.

100 ára føðingardagur hjá oldurommu


Tann 28 august vóru vit í 100 ára føðingardag hjá oldurommu okkara, sum býr í Hvalba. Vit halda at tað er so stuttligt at verða í Hvalba og vitja hana. Har er nógv stuttligt at gera, vit spældu á sandinum, og onkur svam eisini :) Vit eru sera stolt at at eiga eina so fitta og gamla oldurommu :)
Tit kunnu síggja nakrar myndir her.

31 august 2011

Summar 2011

From Summarferia 2011

Aftur í ár fóru vit, við Nørruni til Danmarkar at ferðast. Tað var ein góður túrður, vit vóru vekk í 3 vikur. Vit vóru á Samsø og í Keypmannahavn.
Tit kunnu síggja nakrar av myndinum her.

15 august 2011

Fyrsti skúladagur í 1 A í Brúnaskúla


Í dag havi eg haft fyrsta skúladag, eg havi verði sera spentur til hendan dag, leingi. Vit møttu í skúlanum kl. 13 í dag, vit vóru uml. 1 tíma í skúla. Men í morgin skulu vit møta kl 8.00 og verða eina heilan dag, og so fari eg eisini í frítíðarskúla, tað verður spennandi.
Tit kunnu síggja myndir frá fyrsta skúladegi her.

13 august 2011

Heimferðin byrja....

So er summarferian í Danmark liðug fyri hesaferð. Vit hava í allan dag
koyrt og siglt til Hirtsals. Vit sigldu við einum katamarani, tað var
mega cool. Nú eru vit akkurát komin umborð á Norrunu. So nú vóna vit
ikki at tað fer at rulla.

08 august 2011

Tivoli ...

Í dag hava vit verið í Tivoli í allan dag. Tað var sera sera stuttligt. Tað stuttligasta var at verða í Rutsjebananum.:-)